Ráðgeving

  • Ætlar tú at skipa fyri einum gongutúri á fjøllunum, einsamallur ella við saman við fleiri fólkum?
  • Ert tú vitjandi, ið ynskir tær eina øðrvísi uppliving í fremmandu føroysku náttúruni?
  • Umboðar tú kanska eina útlendska ferðaskrivstovu, ið skal senda ferðafólk til Føroyar til eina øðrvísi avbjóðing?

So er tú komin á røttu slóðina. 

Hikewithpol.fo átekur sær fegin í samráði við teg at skipa fyri skraddaraseymaðum gongutúrum á fjøllunum. Á sumri sum á vetri.

  • Hvagar skal eg fara?
  • Hvør árstíðin er tann besta?
  • Krevst loyvi frá bónda ella hagaeigara?
  • Skal tað verða ein lættur, stuttur túrur, ella ein longri túrur, ið krevur meira?
  • Vilt tú hava ein ekstreman túr á útoyggj, har matur og gisting er partur av upplivingini?

hikewithpol.fo vil geva tær ráð á túrinum og leiða teg á røttu slóðina - enntá við royndum ferðaleiðara, vilt tú tað.

Ring til okkara ella send okkum ein teldupost, so finna vit út av tí.

Tú kanst eisini ringja til eina av føroysku ferðaskrivstovunum og gera avtalu við tey, um at lata www.hiking.fo geva tykkum eina uppliving fyri lívið.

Tænastur okkara eru fyriskipaðar við tí endamáli, at øll skulu kunna fáa góðar, skipaðar og tryggar fjallatúrar  í Føroyum.

Góða gonguferð!